Um okkum
Tað var í 2003, at vit trý, Unnur Jensen, Jakku Heinesen og Eirikur Hofgaard, gjørdu av at gera eina tannlæknastovu saman.
Eitt stykki uppi á Óðinshædd varð fingið til vega, og vit fingu Hans Poulsen, sum tá arbeiddi hjá Guttesen og Staksberg, at hjálpa okkum. 12 mars 2005 fóru vit í holt við byggingina, og tann 28 november sama ár, góðar 8 mánar seinni,tóku vit ímóti teimum fyrstu patientunum. Vit eru glað fyri Tannlæknamiðstøðina, og halda okkum hava eina tað best útgjørdu og vinarligastu tannlæknastovuna yvirhøvur.
Unnur Jensen
Unnur er útbúgvin tannlækni frá Kbh í 1987. Hon yvirtók tannlæknastovuna í Varðagøtu eftir pápan Magnus Jensen, sama árið. Millum mongu eftirútbúgvingarnar, kunnu vit her nevna kunnleikar hennara til Inmanaligner. Inmanaligner er framkomin tøkni at rætta skeivar fortenn við.
Eirikur Hofgaard
Eirikur er útbúgvin tannlækni frá Kbh í 1989. Hann hevur arbeitt í Klaksvík í tveimum skiftum, 7 ár íalt. Í Silkeborg var hann
sjúkrahústannlækni og vanligur tannlækni í 8 ár, og síðan 2005 í Havn
Millum mongu eftirútbúgvingar hansara kunnu vit nevna eina Master útbúgving í kirurgi úr Kbh. Hann tekur sær serliga av kirurgi og setur implantat í.
Sigga í Garðastovu
Sigga er útbúgvin tannlækni frá Århus Tandlægeskole í 1994. Eftir loknan lestur arbeiddi hon í Randers Kommunale tandpleje í 3 -4 ár. Í 1998 fekk hon starv hjá Unnur Jensen í Varðagøtu og flutti hon niðan á Tannlæknamiðstøðina saman við Unnur í 2005.
Sigga leggur stóran dent á at vinna sær nýggja vitan á flest øllum økjum innan tannlæknavirksemið, heilt frá fyribyrgjandi PA viðgerðum til kosmetiskar viðgerðir, sum krúnur, brýr og boylar. Eitt nú bjóðar hon ymisk sløg av boylum, framleiddir av nútímans tøkni til skeivar framtenn.
Halla við Høgadalsá.
Halla er útbúgvin tannlækni frá universitetinum í Keypmannahavn í 2006. Eftir loknan lestur arbeiddi hon á einari tannlæknastovu í Køge í 4 ár. Í 2010 flutti Halla til Føroya og hevur síðan starvast á Tannlæknamiðstøðini. Halla ger allar vanligar tannviðgerðir so sum plastfyllingar, krúnur, brýr, protesur, rótviðgerðir og tanntøkur.
Teitur Herup.
Teitur er útbúgvin tannlækni frá universitetinum í Keypmannahavn í 2008. Eftir loknan lestur starvaðist hann á Amager Tandlægehus í 3 ár og í barnatannrøktini í Tårnby í 1 ár. Síðani 2012 hevur hann starvast á Tannlæknamiðstøðini. Teitur leggur stóran dent á, áhaldandi at vinna sær nýggja vitan og førleikar innan tannlæknavirksemið, og tí er hann javnan uttanlands á skeið. Í løtuni er hann í gongd við eina eftirútbúgving innan implantologi.
Margret Holm.
Margret er útbúgvin tannlækni frá Kbh í 2010. Hon hevur arbeitt í kommunalu tannrøktini í Grønland í tvey ár. Í 2012 fluttu tey til Havnar og Margret byrjaði á Tannlæknamiðstøðini. Tað var ein avbera góð avgerð. Margret tekur sær serliga av plast í samband við caries og kosmetikk, krónum og brúgvum, rótviðgerðum, tanntøkum og skurðviðgerðum.
Brandur Eyðbjørnsson
Brandur er útbúgvin tannlækni frá universitetinum í Keypmannahavn í 2015. Eftir loknan lestur starvaðist hann í tvey ár sum tannlækni í Hillerød og tvey ár á Frederiksberg.
Hann flytir nú heim til Føroyar við familjuni og gleðir seg nógv at byrja í starvi á Óðinshædd.
Hann tekur sær av stórt sæð øllum viðgerðum: plastfyllingar, krúnir, brýr, rótviðgerðir osv., og roynir at nema sær nýggja vitan við javnan at fara a skeið.