top of page
Hevur tú brúk fyri nýggjari protesu ella er tann gamla brotin? Gunnar situr klárur í teknikkrúminum á Óðinshædd.
Tannprotesur, í allan munnin ella uppímillum verandi tenn, verða gjørdar av serútbúðnum tannteknikara.
Gunnar Wardum er ikki bara serútbúgvin tannteknikari, hann hevur eisini útbúgving sum praktiserandi tannteknikari. Tað vil siga, at hann hevur eisini sínar egnu patientar. So um tú hevur tannprotetiskt arbeiði fyri neyðini, er eingin grund at fara til tannlæknan fyrst. Tú kanst fáa eina tíð hjá Gunnari, so ger hann alt sjálvur. Er okkurt sum skal gerast við tenninar eisini, so sendir hann eina ávísing til tín egna tannlækna, sum so ger hetta í samráð við Gunnar.
bottom of page