top of page

 Vit geva gjarna bráfeingishjálp, um tú ert í komin tanntrupulleikar.

Hevur tú knappliga fingið tannapínu, hevur brotið tær eina tonn, mist eina fylling, ella okkur sovorðið? Vit hjálpa tær fegin.

Ring 315300 ella send ein mail. Tí at vit eru 8 tannlæknar, hava vit næstan altíð møguleikan at taka okkum av tær. Vanliga biðja vit fólk við bráfangis tørvi, um at koma niðan klokkan 9.00 og stutt har eftir. So royna vit at lata tann, ið hevur tíð, loysa trupulleikan.

Vit hava opið frá 8.30 til 16.00, men seinni á degnum eru avtalubøkurnar oftast fullar. So best er af fáa bráfeingisuppgávur frá hondini tíðliga.

 

Vikuskifti og halgidagar er tannlæknavakt. Ring á 314544 millum 10 og 11. Í summarfrítíðini svarar vakttelefonin gerandisdagar millum 9 og 13.

Bústaður og telefon

Óðinshædd 1
FO-100 Tórshavn
 tonn@tonn.fo

Tel: +298 315300

bottom of page