top of page

Inmanaligner

Inmanaligner er ein boyli, ið tú brúkar 16 til 20 tímar um dagin í einar 6-12 vikur. Tá hann er í, so rættar hann tenninar, og tá hann er úr, rættar hann ikki. Tú kanst taka boylan úr í eini handavending og heilt gloyma hann, tá tað ikki liggur fyri at hava hann í. Hvussu leingi viðgerðin tekur, er mest sum upp til tín. MEN hann skal vera úr í minst 4 tímar um dagin.

Tá tenninar eru beinar, gera vit ein tunnan skinnara, ið næstan ikki sæst, at hava útyvir tenninar, meðan tenninar seta seg. Hendan hevur tú í í nakrar mánaðir, men  bert um náttina. Skinnaran kann man eisini brúka sum bleikiskinnara! Tá smílið er stabilt, verður ein tunnur tráður festur á baksíðuna á tonnunum, og hesin skal verða sitandi.

Hevur tú spurningar so ring ella send okkum ein mail.

Um tú kundi hugsa tær meira vitan frá teimum, ið eiga upprunan til viðgerðina, so trýst her.

 

 

 

 

 

Tað ber ikki til at broyta grundleggjandi uppá bitið við Inmanaligner.

 

Skullu vit rotera eina einkulta tonn, so er Inmanaligner ikki nøktandi, men vit kunnu eisini fara longur uttan at seta fastan boyla á tenninar.

Við Invisalign ber til at rotera og skumpa tenninar.  Tann viðgerðin tekur longri tíð, men tú skalt ikki hava fastan boyla á, og boylin er næstan ósjónligur.

Invisalign

bottom of page