top of page

Vernd av persónupplýsingum

​

Viðgerð av upplýsingum
Í samband við kanning og viðgerð av tær sum patientur, savna og viðgera vit á Tannlæknamiðstøðini, nógvar upplýsingar um teg.

Í hesi reglugerð lýsa vit, hvussu Tannlæknamiðstøðin viðger, brúkar, og gevur víðari upplýsingar um teg.                                                                                                                                                                                                            

Vanligar upplýsingar: Navn, búðstaður, teldupostur, telefonnummar, kyn.

Viðkvæmar upplýsingar: Heilsuupplýsingar (so sum journal, røntgenmyndir, skanningar, test, kanningarsvar). sosialar umstøður, familjubond og arbeiðspláss.

​

Politikkur fyri at savna og viðgera persónupplýsingarnar :

Endamál:

  • Kanna, diagnostisera og viðgera teg.

  • Gera tannlæknaváttan til skúla, arbeiðspláss, myndugleikar, tryggingar o.a., um tú ynskir tað.

  • Samskifti við  -ella ávísa til aðrar heilsupersónar, læknar, sjúkrahús ella rannsóknarstovur.

  • Heiluvágs fyriskipanir og at skriva reseptir.

  • Fyri at avrokna við teg, Heilsutrygd, og stovnar, ið gjalda tína vegna, um tú ynskir tað.

  • Fyri at halda journaliserings- og dokumentatiósskyldurnar, ið heilsumyndugleikar áleggja okkum.

  • Fyri at kunna handfara fyrispurningar og ynski frá tær, og teimum, ið umboða teg.

  • Fyri at kunna handfara vitjanir og spurningar frá eftirlitsmyndugleikum.

  • Fyri at kunna handfara trætur við teg ella triðjapartar.

  • Til hagfrøðiligar og vísindaligar kanningar.

 

Sjálvsvild

Tá vit savna upplýsingar um teg, gevur tú tær sjálvboðin.

 

Keldur

Viðhvørt fáa/ søkja vit upplýsingar um teg hjá øðrum heilsufólkum, sjúkrahúsi, lækna ella tannlækna, t.d. tá tú ert ávíst/ur til Tannlæknamiðstøðina til viðgerð.

Vit viðgera hesar upplýsingar eftir ásetingunum/politikkinum sum er lýstur omanfyri.

 

Vit fáa, og geva upplýsingar víðari

Í tann mun tað er neyðugt fyri ítøkiligu kanningina, diagnostiseringina og viðgerðina av tær, geva vit upplýsingar viðari til onnur heilsufólk, sjúkrahús, lækna ella tannlækna. t.d. tá vit ávísa til viðgerð aðrastaðni.

Vit senda upplýsingar til almennar myndugleikar ella familju, um tú ynskir tað.

Vit geva persónupplýsingar til apotekið tá vit skriva resept, og til rannsóknarstovu tá vit bíleggja kanningar.

Vit geva eisini upplýsingar til myndugleikar tá ið tað er eitt lógarkrav, t.d. til Heilsutrygd í samband við avrokningar.

 

Tú hevur altíð atgongd til tínar egnu upplýsingar.

 

Reglurnar fyri, hvussu vit innheinta, goyma og víðarigeva persónupplýsingar, eru grundaðar í

Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum

​

https://logir.fo/Logtingslog/80-fra-07-06-2020-um-vernd-av-personupplysingum#chapter-1e27d53e-11c3-43ef-97e6-06d327021712

​

Journalføring for tandlæger (Heilsuøkið er ikki yvirtikið enn so tannlæknar í Føroyum eru undir donsku lovgávuni innan økið)

https://stps.dk/da/ansvar-og-retningslinjer/vejledning/journalfoering/journalfoering-for-tandlaeger/

Journalføring for tandlæger (Heilsuøkið er ikki yvirtikið enn so tannlæknar í Føroyum eru undir donsku lovgávuni innan økið) https://stps.dk/da/ansvar-og-retningslinjer/vejledning/journalfoering/journalfoering-for-tandlaeger/

Trygdin á Tannlæknamiðstøðini

 

Upplýsingar um teg, sum patientur á Tannlæknamiðstøðini, verða goymdar í eini góðkendari talgildari journalskipan.

Vit tryggja, at ongar upplýsingar verða burtur ella broyttar.

​

 

Tú kanst altíð biðja um at fáa upplýsingarnar, ið vit hava um teg, strikaðar. Vit hava tó ikki lógarheimild til at strika upplýsingar, ið eru yngri enn 10 ár.

 

 

Tú kanst altíð venda tær til Tannlæknamiðstøðina (tonn@tonn.fo) við spurningum.

 

02.01.23 Tannlæknamiðstøðin á Óðinshædd 1, Tórshavn.

bottom of page