top of page

Er tonnin so illa farin, at tað ikki heldur við einari fylling, ber ofta til at gera eina krúnu. Er hon heilt farin ber ofta til at gera eina brúgv ella eitt implantat.

 

Tá um ræður at gera krúnur og brúgvar hava vit nýggjastu digitalu tøknina. Hetta merkir, at vanlig avtrykk av tonnunum verður gjørt við digitalari avmyndan av tonnunum – eingin stór skeið í munninum í fleiri minuttir! Ein litil filmur, ið vísur hvussu vit gera, sæst her.

Digitalu myndirnar verða beinleiðis nýttar av teknikaranum til at endurbyggja tínar tenn við krúnu ella brúgv. Hygg her hvussu teknikarin ger.

bottom of page