top of page

Á Tannlæknamiðstøðini eru tað serútbúnir tannlæknar, ið seta implantat í.

Vit hava hollar royndir innan implantologi og hava sett implantat í, eisini fyri hinar tannlæknarnar í Føroyum, síðan 1992.

Vit seta fleiri enn 100 implantat í um árið, og eru tí rættiliga royndir, eisini sammet við sertannlæknastovur uttanlanda.  

Implantat

 

Mangla ein ella fleiri tenn, kann implantat setast í sum ein rót, og so ber til at seta eina krúnu ella brúgv á implantati. Er tilfeingið av beini ov lítið, so ber eisini til í ein ávísan mun at fáa bein at vaksa aftur, so mikið at til ber at seta implantat í. Hetta er sokallað ”bone regeneration”.

​

Stutt um implantat, so er tað ein eftirgjørd tannrót úr grundstoffinum titanium. Titanium hevur teir eginleikar, at kroppurin ikki sær hetta sum fremmandalikam og tí veksur implantatið fast í beinið. Á implantatið kann so setast króna ella brúgv.

​

Bone regeneration (BR) er at fáa bein í tanngarðinum at vaksa aftur, har tað er svunnið. BR verður gjørt á tann hátt, at eftirgjørdir beinpartiklar verða lagdir inn millum bein og slímhinnu, har beinið upprunaliga var. Í hesum øki endurskapar kroppurin so nýtt bein saman við tí eftirgjørda beininum. Tá tað nýggja beinið er lekt og stirknað, ber til at seta implantat í, har tað ikki var møguligt áður – "bone regeneration".

Svinnið av beininum í tanngarðinum kemur millum annað av, at tá ein ella fleiri tenn verða trektar, er natúrliga tyggifunktiónin ikki longur til staðar. Tenn og tyggifunktiónin stimbra beinið í tanngarðinum at tað ikki svinnur.

bottom of page