Hevur tú tannapínu, fæst hon ofta burt við eini rótviðgerð.
Rótviðgerð er oftast neyðug tá ein tonn er brend (carierað) inn á nervina, og bruni er komin í. Bruni kann eisini koma í nervina um tonnin hevur fingið eitt slag (traume). Tað kann eisini koma fyri , at man má rótviðgerða fyri at fáa pínu burt, sum stavar frá rivum (infractión) og eymum tannhálsum.
Tá ein tonn verður rótviðgjørd, verður sjúka nervin tikin burtur og eitt gummimateriali (guttapercha) fylt í ístaðin. Ein rótviðgjørd tonn er veikari enn ein livandi tonn, og brotnar lættari. Tískil verður ein rótfylt tonn oftast krúnuviðgjørd skjótast gjørligt fyri at fyribyrgja at tonnin brotnar.
Av og á eydnast ein rótviðgerð ikki um ov nógvur bruni er um rótspíssin. Tá kann gerast ein ”umvend rótviðgerð”. Rótspíssurin verður tikin burtur og rótkanalin verður forseglað (retrograd rótviðgerð).