Tannlæknamiðstøðin er tann grøna tannlæknastovan.
Vit hava avgjørt at vit skullu gera alt vit kunnu, at minka um okkara ágang á nattúruna.
Vit sløktu oljufýrið 2008
Tá vit fluttu inn í 2005 fingu vit instalerað eitt vanligt oljufýr, til at nøkta brúkið av hita, og serliga heitt vatn. Vit vaska upp allan dagin, og brúka tí nógv heitt vatn.
Í 2008 gjørdist tað møguligt at fáa jarðhita og vit fingu okkum, sum nøkur av teimum fyrstu í Føroyum, eina jarðhitapumpu.
Vit boraðu trý hol niður á 200 m dýpi, og so fóru vit at heinta hitan upp úr lendinum, at koyra inn á Tannlæknamiðstøðina.
Síðan tann dagin vit settu hitapumpuna í gongd, hevur oljufýrurin ikki koyrt.
Jarðfeingi fylgir við í royndunum hjá okkum
Jarðfeingi hevur seinastu árini gjørt royndir við jarðhitaskipanum í Føroyum. Harumframt hevur Jarðfeingi, sum liður í hesum royndum kannað, hvussu onnur lond arbeiða við tílíkum jarðhitaskipanum. Endamálið við kanningunum var at staðfesta, um møguleikar eru í Føroyum at gagnnýta jarðhita til upphiting. Í juni 2008 vóru innleiðandi mátingar gjørdar, sum skuldu vísa, hvussu væl ovastu 200 metrarnir av undirgrundini kunnu nýtast saman við hitapumpu til upphiting. Í november 2008 høvdu fimm úrvald hús virkandi hitaskipan við hitapumpu og einum ella fleiri 200 metra djúpum boriholum. Mátingar frá hesum hitaskipanunum eru grundarlag undir eini tekniskari rapport, sum svenska fyritøkan Sweco hevur gjørt saman við Jarðfeingi. Niðurstøðan er, at um ávísar mannagongdir verða fylgdar, er jarðhiti úr loddrøttum boriholum vælegnaður til upphiting av sethúsum og størri bygningum. Jarðhitaskipanir taka millum 67% og 75% av hitaorkuni úr umhvørvinum. Restin av orkuni kemur frá elveiting. Hetta merkir millum annað, at eini vanlig sethús, sum brúka jarðhita heldur enn oljufýr, lata 3 til 10 tons minni av CO2 út um árið, alt eftir, um elframleiðslan er við olju ella við vatni/vindi. Eisini merkir tað, at meiríløgan í eina jarðhitaskipan við verandi oljuprísum og elprísum kann sparast inn aftur eftir umleið 10 árum. Jarðfeingi metir, at tíðin er búgvin til at jarðhitaskipanir, sum eitt alternativ til upphiting við oljufýri, verða gagnnýttar í Føroyum. Fyri at hetta skal gerast veruleiki er umráðandi, at skipanir verða settar í verk fyri at verja og tryggja brúkaran og minka um vandan fyri dálking av umhvørvinum.