top of page

Eru tenninar ov myrkar, ber til at bleikja tær.

 

Ynskir tú at bleikja tenn, er týdningarmikið at fáa kanna tenninar at vita, um tínar tenn tola at verða bleiktar. 

Um tú roykir, drekkur nógv te og kaffi, gulna tenninar skjótari. Tá tenninar verða bleiktar, fer man kemiskt inn og ávirkar tey farvievni, sum ígjøgnum árini hava mislitt tennirnar. Hvussu leingi ein tannbleiking heldur, velst sjálvandi um, um man roykir ella man drekkur og etur mat við sterkum liti í. Vanliga heldur ein bleiking eini 2 ár.

​

Tannbleikingin fær ikki fyllingarnar at gerast ljósari. So onkuntíð mugu gamlar fyllingar skiftast , tí tær mislitast eisini við árunum.

Ein bleiking fer fram sum heimableiking við bleikigeli og tannskinnara, sum verður gjørdur til tínar tenn. Holl vegleiðing verður givin. Bleikingin tekur um 14 dagar.

bottom of page