top of page
Kirurgi (frá græskum χειρουργική cheirurgiké "arbeiði við hondunum")
Tannkirurgi fevnir um øll sløg av kirurgi í munni, tonnum, tannhaldi og kjálkabeini. Kirurgiskar tannviðgerðir verða bert gjørdar av tannlæknum við serligum royndum. Á Tannlæknamiðstøðini hava vit nógvar royndir á økinum, tí vit viðgera nógv fólk hvørt einasta ár, bæði okkara egnu - og eisini patientar hjá øðrum tannlæknastovum, ið verða ávístir til okkum. Eirikur Hofgaard hevur eina Master útbúgving frá Tannlæknaskúlanum í Keypmannahavn og hollar royndir sum sjúkrahústannlækni í Silkeborg í 7 ár. Viðgerðirnar eru nógvar og fjølbroyttar.
Services
bottom of page